Jump to content

Wikipedia:Mánaðargreinin/mai 2009

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tórshavn
Tórshavn

Tórshavn er høvuðsstaður í Føroyum, og hevur umleið 19.500 íbúgvar. Navnið er samansett av Tór, sum er norrønur gudur, og havn. Tórshavn liggur mitt í landinum. Í meira enn 1000 ár hevur Tórshavn verið miðdepil landsins. Men ikki fyrr enn í 1866 varð Tórshavn formliga viðurkendur sum sjálvstýrandi eind, sum veruligur høvuðsstaður.