Jump to content

Västervik

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Västervik.

Västervik er ein býur í Västerviks kommunu, Kalmar län, Småland, í Svøríki. Í býnum er eitt av størstu kampingplássum í Norðurlondum. Í 2010 var íbúgvaratalið 21.140.[1]

Býurin varð fyrstu ferð nevndur í 1275, men tá lá býurin har ið Gamleby nú er. Tað var Erik av Pommern ið flutti býin í 1433, til eitt stratigiskt týdningarmiklari stað tætt við Stegeholm borgina. Býurin var ofta útsettur fyri álopum av fíggindasinnaðum herliðum, og fimm ferðir varð býurin meira ella minni lagdur í oyði frá 1450 til 1677. Hóast hetta setti Gustav Vasa á stovn skipaídnað í býnum í 16. øld.

  1. Tätorter 2010
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Hendan greinin um Svøríki er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana