Thessalia
Thessalia (grikskt): Θεσσαλία, á eolisk grikskum ella thessaliskum: Πετθαλία / Petthalia) er eitt landafrøðilig øki og fyrisitingar eind í Grikkalandi, sum fevnir um tað mesta av tí forna Thessalia. Áðrenn ta Griksku Myrku Øldina, sum var umleið 1200 á.Kr. – 750 á.Kr., varð økið kent sum Aeolia, og verður eisini nevnt soleiðis í Odysseini hjá Homer. Thessalia gjørdist partur av tí nýggja grikska statinum í 1881, eftir at hava verið undir ottomanskum stýri í hálva fimtu øld. Síðan 1987 hevur Thessalia verið ein av teimum 13 regiónunum í Grikkalandi, og hevur síðan Kallikratis reformin í 2010 verið býtt sundur í 5 regionalar eindir og 25 kommunur. Høvuðsbýurin í regiónini er Larissa. Thessalia liggur í miðgrikkalandi og hevur mark við regiónirnar Makedónia í norði, Epirus mót vestri, Miðgrikkaland móti suðri og Egearahavið móti eystri. Thessalia regiónin fevnir eisini um also Sporaduoyggjarnar.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Keldur
[rætta | rætta wikitekst]