Jump to content

Seinni heimsbardagi

Henda greinin er úrvalsgrein
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Seinna heimskríggj)


Benito Mussolini og Adolf Hitler
D-dagur
Jødar í Warszawa, Pólland
Merkið

Seinni heimsbardagi (enskt: World War II, WW2) vardi frá 1. september 1939 til 2. september 1945. Eingi kríggj síðan hava verið so stór sum Seinni heimsbardagi. Seinni heimsbardagi kom í av ætlanum Hitlers at leggja onnur lond undir Týskland, í fyrsta lagi Eysturevropa.

Kríggið brestur á

[rætta | rætta wikitekst]

Í 1936 tók Hitler avvápnaða Rínøkið. Í mars 1938 tvingaði hann Eysturríki at leggja saman við Týsklandi, og árið eftir tók hann fyrst landslutin Sudetaland í Kekkoslovakia. Seinni varð restin av Kekkia lagt undir Týskland, meðan Slovakia varð gjørt til sjálvstøðugt land. Bretland og Frakland róku eftirlætispolitikk, ið gav Hitler frið at gera hetta. 1. sept. 1939 leyp Hitler á Pólland. Frammanundan hevði hann gjørt sáttmála við Stalin um at býta Pólland teirra millum. Pólland hevði stóran her, men hann var ov illa útgjørdur og ov illa skipaður at standa seg ímóti týskarum. Hitler væntaði ikki, at Bretland og Frakland vildu koma Póllandi til hjálpar, men 3. sept. 1939 sendu tey Týsklandi krígsavbjóðing. Týskarar lupu á við stríðsvognadeildum og øðrum brynjaðum akførum, sum tóku seg langt inn í fíggindalandið. Í hølunum á teimum komu gonguherliðini, ið kringsettu stórar deildir av fíggindaherinum; álopsdeildirnar fingu stuðul frá stríðsflogførum. Hesin álopsháttur varð nevndur <<Blitzkrieg>> ella snarkríggj, og einki helt fyri týskarum í fyrstuni. Pólland gav seg undir seinast í september í 1939. Árið eftir leyp Hitler á Noreg og Danmørk í 9. apríl, og um somu tíð tók Bretland Føroyar og Ísland. Ein mánað seinni leyp Hitler á Niðurlond, Belgia og Frakland. Um miðjan juni 1940 høvdu øll hesi londini givið seg undir. Bretland var einsamalt eftir.

Hitler ætlaði at gera innrás í Bretlandi í 1940, og frá juli til september gjørdi hann áhaldandi loftálop á skip, flogvøllir, havnir og býir til tess at "lemja" bretska flogvápnið, Royal Air Force). Tað var nógv verri mannað enn týska flogvápnið Luftwaffe, men skeyt tvey týsk flogfør niður fyri hvørt bretskt flogfar, ið fórst, og noyddi Hitler at sleppa innrásini.

Beint fyri at Frakland gav seg undir, tóku bretskar og franskar herdeildir seg aftur til strondina við Dunkerque í Belgia, eftir tað at tær har vórðu vorðnar avbyrgdar í týska álopinum. Gjørt varð av at flyta tær um Ermarsund til Onglands. Hvørt einasta bretskt far varð nýtt at flyta 200 000 bretskar og 120 000 franskar hermenn í um sundið.

Um alt Evropa vórðu húski spjadd í allar ættir, og mangar milliónir gjørdust flóttafólk. Í Bretlandi vórðu børnini flutt úr býunum.

Í juni 1941 høvdu ásarveldini (Týskland og Italia) tikið Jugoslavia, Albania og Grikkaland og noytt Rumenia, Ungarn og Bulgaria at hjálpa sær. Og 22. juni leyp Týskland við allari megi á Sovjetsamveldið, hóast teirra ikki-álopssáttmála. Í september kringsettu týskar herdeildir Leningrad (nú St. Pætursborg), men megnaðu ongantíð at taka býin. Álopið steðgaði í desember, stutt frá Moskva, av harða vetrinum og russisku mótálopunum. Á fyrsta sinni vóru týskarar fyri øgiligum tapum.

USA kemur uppí

[rætta | rætta wikitekst]

Samstundis lupu japanar á Pearl Harbour. Japan hevði ikki sent USA krígsavbjóðing, tá ið teir lupu á Pearl Harbor í Hawaii, sum var týdningarmesta herflotahavnin hjá USA í Kyrrahavinum. Fimm amerikonsk slagskip og 15 onnur skip vórðu søkt ella oyðiløgd. Beint eftir sendu Týskland og Italia USA krígsavbjóðing. Japan tók skjótt alt Landsynningsásia og hótti Avstralia og India.

Í 1940 hevði bardagin breitt seg til Norðurafrika, har italskar herdeildir í Libya lupu á Egyptaland, sum var undir bretskum yvirvaldi. Bretar róku italsku herdeildirnar aftur, og tað hevði við sær, at týskarar komu italiamonnum til hjálpar. Við Rommel herovasta á odda róku týskarar bretar aftur til Egyptalands. Bardagin stóð við, til bretskar herdeildir við Montgomery á odda vunnu avgerandi sigur í bardaganum við El Alamein í Egyptalandi í oktober-november 1942. Eftir tað tóku Montgomery og menn hansara seg skjótt tvørtur um Libya at sameina seg við amerikanskar og bretskar herdeildir, sum vóru farnar í land í Algeria og Marokko. Herurin hjá ásaveldunum varð avbyrgdur ímillum herar teirra sameindu og legði vápnini í mai 1943.

Í 1941 gjørdist Erwin Rommel (1891-1944) hægstur fyri týska herinum í Afrika. Hann gjørdist alt atfinningarsamari ímóti Hitleri og evnum hans at stíla fyri krígnum, og í 1944 stuðlaði hann samansvørjing ímóti Hitleri.

Í november 1942 høvdu Týskland og Italia tikið ræðið í meginpartinum í Evropa. Tað stóð nógv á Bretlandi og Sovjetsamveldinum, til USA kom upp í bardagan saman við teimum seinast í 1941.

Bardagin í Evropa gjørdi, at bretsk, fronsk og niðurlendsk hjálond í Asia og Kyrrahavi onga verju høvdu. Japanar lótu tað ikki fara aftur við borðinum, og í 1941 og 1942 tóku teir nógv lond og nógvar oyggjar í Kyrrahavi. Framgongdin hjá teimum sameindu á sjónavgerandi sigrar við Korallhav og við Midwayoy, báðir í 1942.

Árið 1943 gjørdist vanlagnuár fyri týskarar á næstan øllum hermótum, og tróttugu bumbuálopini á týskar býir og ídnaðarøki høvdu við sær, at teir viknaðu. Kortini hildu teir fram sum ongantíð áður at pína og myrða fangar í týningarlegunum í Týsklandi og í evropeisku londunum, teir høvdu hersett. Har sótu politiskir fangar úr øllum Evropa, og har vórðu jødar og aðrir fangar hóptýndir. Týningarlegurnar vóru miðdepil í nazistisku ætlanunum at týna jødarnar. Fleiri milliónir jødar vórðu noyddir at gera trælaarbeiði í týningarlegunum, har teir vórðu svøltaðir, píndir og at enda dripnir í gasskømrunum.

Týskarar tóku pólska høvuðsstaðin Warszawa í 1939. Jødarnir vórðu noyddir at búgva í einum lítlum býlingi í býnum, og hvønn dag gjørdu nazistarnir seg inn á teir. Í 1943 gjørdu jødarnir í Warszawa uppreistur ímóti týskarum. Næstan allir 40 000 jødarnir í býlinginum vórðu dripnir.

Kríggið endar

[rætta | rætta wikitekst]

Í 1944 fóru týskarar at missa takið í Evropa. Sameinda innrásin í evropeiska meginlandið kom 6. juni í 1944, tá ið amerikanskar, bretskar, kanadiskar og aðrar herdeildir gjørdu landgongd á strondina í Normandínum undir amerikanska herovastanum Dwight D. Eisenhower. Eftir harðar bardagar fingu teir fótin fastan og brutu seg ígjøgnum týsku verndarvirkini. Meðan teir sameindu tóku seg fram í bardaganum, fingu teir dyggan stuðul frá mótstøðurørslunum í til dømis Belgia, Kekkoslovakia, Grikkalandi, Jugoslavia, Póllandi og handan hermótið í Sovjetsamveldinum. Í august gjørdu sameindar herdeildir landgongd í Suðurfraklandi og tóku seg norðureftir. Ein mánað seinni var næstan alt Frakland frælst. Í apríl 1945 høvdu herdeildirnar vestaneftir tikið seg so langt inn í Týskland, at tær møttu sovjetisku herdeildunum, ið komu eystaneftir. Týskland var fallið.

Í 1943 broyttist gongdin í Kyrrahavi, tá ið amerikanskar herdeildir tóku aftur nakrar oyggjar, og í 1944 tóku amerikanarar og bretar Filipsoyggjar og Burma aftur frá japanarum. Tíðliga í 1945 tóku amerikanarar japonsku oyggjarnar Iwojima og Okinawa. Hin 6. august tveitti eitt amerikanskt bumbuflogfar fyrstu kjarnorkubumbuna niður yvir japanska býin Hiroshima, og 80 000 menniskju lótu lív. Hitin frá spreingingini oyðilegði hús 7 km í radius úr spreingideplinum. Tríggir dagar seinni var aftur ein kjarnorkubumba tveitt, hesa ferð yvir Nagasaki. Harafturat sendi Sovjetsamveldið Japan krígsavbjóðing, og hetta noyddi Hirohito keisara at geva seg undir. 15. august 1945 løgdu japanarar vápnini. Annar heimsbardagi var av.

Eftir kríggið

[rætta | rætta wikitekst]
Montreal Daily Star: "Germany Quit", 7. mai 1945

Týskland gav seg treytaleyst undir teir sameindu 8. mai 1945. Eitt eftirlitsráð undir herovastunum hjá teimum trimum sterkastu sigursveldunum Eisenhower (USA), Montgomery (Bretland) og Sjukov (Sovjetsamveldið) tók valdið í Týsklandi. Týskland varð síðan býtt í fýra hersetingarøki, og USA, Bretland, Frakland og Sovjetsamveldið stýrdu hvør sínum øki. Ráðstevna í Potsdam í juli skuldi gera av framtíð Týsklands. Týski høvuðsstaðurin Berlin var fullkomiliga oyðilagdur, tá ið týskarar løgdu vápnini. Hitler hevði beint fyri sær í stjórnarskýli sínum. Sovjetisku herdeildirnar hersettu eystara part í Týsklandi, og USA, Bretland og Frakland hersettu vestara part. Berlin, ið er í eystara parti, varð býttur ímillum tey fýra sameindu veldini. Skjótt sást, at mótsetningarnir ímillum kommunistiska Sovjetsamveldið og vestanveldini var ógvuliga stórur.

Í november 1945 vórðu 21 av fremstu nazistisku oddamonnunum drignir fyri ein altjóða dómstól í Núrnberg í Týsklandi. Ákærurnar ímóti hvørjum einstakum vóru eitt ella fleiri av hesum málum: Krígssamansvørjing, krígsbrotsverk, brot á friðaravtalu og brotsverk ímóti mannaættini. Rættarmál vóru eisini ímóti nøkrum øðrum nazistaovastum afturat, helst ovastum í týningarlegunum og heryvirmonnum har. 11 av teimum 21 nazistunum vórðu dømdir til deyða og hongdir í Núrnberg. Aðrir fingu drúgva fongsulsrevsing, og bara tríggir vórðu fríkendir. Mangir nazistiskir krígsbrotsmenn flýddu.

Annar heimsbardagi kravdi um 50 milliónir mannalív. Sovjetsamveldið misti flest fólk - einar 20 milliónir (tíggju % av sovjetiska fólkinum). Fleiri milliónir sivilfólk doyðu í loftálopum og minst 10 milliónir í nazistisku týningarlegunum, av teimum vóru seks milliónir jødar. Uppaftur fleiri vórðu særd og gjørdust kryplingar bæði til likams og sálar ella mistu hús og heim og gjørdust flóttafólk.

Kríggið her heima

[rætta | rætta wikitekst]

Annar heimsbardagi broytti fullkomiliga Føroya støðu politiskt og búskaparliga. Týskarar hersettu Danmark, og Føroyar vórðu hersettar av bretum, ið onkuntíð høvdu um 8000 hermenn her. Fleiri hundrað ára gamla sambandið við Danmark var nú púra kvett. Politiskar broytingar vóru neyðugar. Bráðfeingisstýrisskipan varð gjørd. Føroyar vórðu stýrdar av løgtingi og amtmanni í felag. Føroyska flaggið varð viðurkent. Búskaparligu broytingarnar vóru eisini stórar. Føroyski skipaflotin gavst í stóran mun at fiska og sigldi í staðin við ísfiski millum Íslands og Bretlands. Av tí sera lítla útboðnum á marknaðinum fleirfaldaðust prísirnir. Teir, ið sigldu við, vunnu gylt av pengum, og reiðararnir enn meir. Men sigling á krígshøvunum var vandafull, og 205 føroyingar lótu lív á krígsvøllum og vanlukkum á føroyskum og útlendskum skipum. At fiskurin ikki bleiv fiskaður og arbeiddur umborð og ikki kom upp á land í Føroyum til víðari virkingar, bar við sær stórt arbeiðsloysi. Bretska virksemið hjálpti tó nakað upp á tað. Bretar høvdu flotahavn á Skálafjørðinum og floghavn í Vágum. Sí eisini bretska hersetingin í Føroyum.

Hygg eisini at

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið