San Marino
| |||
Tjóðarslagorð: "Libertas" (føroyskt: "Frælsi") | |||
Tjóðsangur: "Inno Nazionale della Repubblica" | |||
Alment mál | Italskt | ||
Høvuðsstaður | San Marino | ||
Kapteynar regentar | Alessandro Rossi Milena Gasperoni | ||
Átrúnaður | Katolisma 96 % Aðrir 4 % | ||
Fullveldi | 3. september 301 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
60,57 km² 0,1 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2012 - tættleiki |
32 471 536,1/km² | ||
Gjaldoyra | Evra (gjaldoyrakota: EUR) | ||
Tíðarøki | UTC 1 | ||
Økisnavn á alnetinum | .sm | ||
Telefonkota | 378
| ||
Lýðveldið San Marino (alment navn: Repubblica di San Marino) er eitt lítið landfast land í Italia. San Marino hevur bara mark við Italia. San Marino er fjallaland og elsta lýðveldi í heiminum. Høvuðsmálið er italskt. Hetta lítla fjallalandið, nakað norðarlaga í Italia, er minsta lýðveldi í Evropa. Tað er eisini av minstu londum. Í vídd er San Marino bara 61 km2.
Tað er eisini ímillum tey elstu, helst grundað um ár 900. Í miðøld var Italia býtt sundur í rík, valdmikil býarríki, sum Florens og Venesia. Hesi ríki vórðu, sum tíðin leið, limað inn í onnur, størri landøki, men San Marino megnaði at hava sjálvræði sítt. Á italienska meginlandinum eru tvey smá ríki, Vatikanríkið og San Marino.
Hóast landið er av smæstu londum, hevur tað fótbóltslandslið, sum er við í undankappingunum til HM og EM í fótbólti.
Náttúrutilgeingið er lítið í San Marino, og blómandi ferðavinnan er størsta inntøkukelda landsins.
Londini, sum ikki eru limir í ES, men hava beinleiðis tollsamgongu við ES, eru Mann, Ermarsundsoyggjar, Andorra og San Marino.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Í 3. øld vórðu kristin fólk forfylgd í Rómverjaríkinum. Fyri at sleppa undan hesi forfylging flýddu mong fólk, summi sjóvegis og onnur eftir landi. Ein teirra kristnu, sum rýmdi undan forfylgingini hjá Diocletian, kaisara, æt Marinus. Hóast navn hansara merkir "sjómaður" ella "av sjónum", so vóru tað fjøllini, ið gjørdu tryggi skansi hansara. Hann leitaði sær niðan í hæddirnar og ætlanin var at búgva á einum fjalli sum einabúgvi. Men onnur, sum eisini flýddu undan kaisaranum, komu niðan til hansara. Hesin kristni frístaðurin í appeninsku fjøllunum gjørdist San Marino.
San Marino varð stýrt av einum ráði, sum fyrst stýrdi í felag, men frá 1243 av útnevndi ein "capitano" ella kapteyn at hava dagligu leiðsluna av býarstatinum. Í 1631 bleiv San Marino viðurkent sum sjálvstøðug tjóð av pávastatinum, og tað var sera týdningarmikið, tí allir býarstatirnir rundan um San Marino vóru rómversk-katólskir og lýddu tí pávan. Longu frá 1600 hevði lítli býarstaturin samtykt egnar lógir, sum viðvíktu stjórnarskipanini í landinum, og tær hava í dag status sum eitt slag av grundlógum. Eisini Napoleon Bonaparte viðurkendi í 1797 San Marino sum sjálvstøðugan stat, og eftir napoleonskríggini í 1815 viðurkendu luttakandi londini á Wienarkongressini eisini lítla landið sum sjálvstøðugt.
Tríggjar ferðir hevur San Marino verið undir fremmandum valdi, men tað hevur hvørja ferð verið talan um eina herseting og ikki um innliman í annan stat. Fyrstu ferð var tað undir Cesare Borgia í 1503, síðani undir Alberoni, kardinali, í 1731, og seinast undir Benito Mussolini í 1920-unum fram til 1943. Italienska hersetingin førdi til eitt einstakt bumbuálop á San Marino, har 60 fólk doyðu.
Landafrøði
[rætta | rætta wikitekst]Við sínum einans 61,2 km2 er landið á stødd við Kunoynna og Kalsoynna tilsamans. Fólkatalið var í 2021 33,600 íbúgvar og er harvið 2/3 av tí føroyska. Lítla landið er býtt sundur í 9 kommunur.
Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]San Marino ger sera nógv burturúr, at valdið ongantíð má savnast hjá einum einstøkum persóni. Tí hevur landið 2 stjórnarleiðarar. Men hesir sita bara í 6 mánaðir í senn, so tilnevndir parlamentið nýggjar. Hesin stýrisformur stavar heilt afturi frá miðøldini.
San Marino er ikki limur í Evropeiska Samveldinum, men hevur euro sum gjaldoyra. Hetta ber til gjøgnum samstarv við ES.
Ávisingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- SanMarinoSite.com (enskt, italskt)
- VisitSanMarino.com (enskt, italskt)