Risin og Kellingin
Norðan fyri bygdina á Eiði, ytst á flógvanum, sum er millum Eysturoy og Streymoy, standa framman fyri landi tveir stórir drangar, sum rópast Risin (71m) og Kellingin (69m), hin ytri og hon innari landinum, og har er rætt sund ímillum teirra, tá ið kyrt er.
Um hesar drangarnar er søgnin, at einusinni ætlaði Ísland at flyta Føroyar norður til sín og sendi tí ein stóran risa og konu hansara at fáa tær fluttar har norður.
Tey komu bæði at tí ytsta berginum, sum rópast Eiðiskollur og longst móti útnyrðingi. Risin varð standandi úti í sjónum, meðan kellingin fór upp á kollin at fatla byrðuna. Hann skuldi bera, og skúgva hana fram á hann. Fyrsta tak hon tók, var so fast, at Ytri Kollur skrædnaði frá; hon royndi tí at fáa fetilin fastan í einum øðrum stað á kollinum, men ikki vildi bera í lag hjá teimum; - grundvøllurin var fastur, og oyggjarnar ikki lættar at flyta. So er sagt, at enn stóð kelling uppi á kolli, tá ið dimmi tók at lætta; - tey ræddust dagin, og hon fór tí sum skjótast oman til risan, sum stóð í sjónum og bíðaði eftir henni; men ov leingi høvdu tey drálað, tí í sama bili, tey funnust undir kollinum og skuldu vaða leið sína norður til Íslands, risin undan og kellingin aftaná, tá reis sól úr havi, og tey gjørdust bæði til steinar, og standa nú og líta ímóti Íslandi, men sleppa ongan veg.
Aðrir siga, at tey vóru send at fáa korn úr Føroyum, av tí at kornneyð var heima í Íslandi; tað sæst, at kellingin hevur sum knýti ella posa á baki.
Kelda
[rætta | rætta wikitekst]- V. U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi. Keypmannahavn 1891 - bind 1, s. 344