Otur
Appearance
Otur | ||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Frøðilig flokking | ||||||||||
|
Otur (frøðiheiti - Lutra lutra) er súgdjór av márættini við fitjum. Otrarnir eru væl egnaðir at vera í vatni. Teir hava fitjulabbar, eru smidliga vaksnir og fáa latið oyru og nøs aftur, tá ið teir kava. Hetta eru spølin dýr, og teir kava eftir steinum og skeljadýrum.
Oturin er stórt máraslag, ið mest livir av fiski. Hann grevur sær holur inn í áarbakkar, men opið er um 1 m. undir vatnskorpuini. Nógvastaðni verður bústaður hansara týndur, so hann er nógv minkaður. Oturin varð friðaður í Danmark í 1967, men er á altjóða listanum við dýrum, ið eru í týningarvanda.