Jump to content

Olaf Halvorsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Olaf Halvorsen (1913-1993) var lækni undir klaksvíksstríðnum, tað var hann, ið var orsøk til, at stríðið byrjaði. Klaksvíkingar dámdu hann væl sum lækna og vildu ikki av við hann, tá ið ein annar varð settur í starv í staðin, orsakað av at Halvorsen ikki var limur í danska læknafelagnum, sum var eitt krav fyri at fáa fast starv á sjúkrahúsinum. Klaksvíksstríðið vardi frá 1951 til 1955, tá Halvorsen var farin av landinum aftur. Halvorsen var dani. Hann misti pápan, tá hann var bert tvey ára gamal, og mammuna, tá hann var fimm ára gamal. Hann bleiv síðan uppfostraður hjá ommu og abba sínum. Hann var útbúgvin lækni í 1939.

Halvorsen flutti til Klampenborg eftir klaksvíksstríðið og starvaðist har sum lækni, til hann fór frá vegna aldur. Hann andaðist í 1993, 80 ára gamal.