Nýgrikskt mál
Nýgrikskt (Νέα) Ελληνικά | ||
---|---|---|
Tosað í: | Grikkaland og Kýpros. | |
Tosandi íalt: | uml. 15.000.000 | |
Málætt: | Indo-evropeiskt Nýgrikskt. | |
Málkotur | ||
ISO 639-1: | el | |
ISO 639-2: | gre (B) / ell (T) | |
ISO 639-3: | ell
. |
Nýgrikst mál er tað málið sum verður tosað í Grikkalandi og á Kýpros í dag. Tað er eitt av almennu málunum í EU. Nýgrikskt hevur verið tosað síðan umleið 1453. Frá umleið ár 330 til 1453 tosaðu tey miðaldar grikskt, frá 300 á.Kr. til 330 e.Kr. tosaðu tey eitt grikst mál sum varð nevnt Koine. Nýggja testamentið er skrivað á hesum máli. Frá 800 á.Kr. til 300 á.Kr tosaðu tey Forngrikskt, nógvar kendar bøkur og kvæði eru enn til frá hesi tíðini, t.d. Ileonskvæði og Odyssein. Frá umleið 1600 á.Kr. til umleið 800 á.Kr. tosaðu tey Mykenskt. Frá umleið ár 3000 á.Kr. til umleið 1600 á.Kr. tosaðu tey eitt mál sum verður nevnt Proto-Grikskt. Øll hesini málini koma úr indo-evropeiskum, tey eru broytt gjøgnum tíðirnar og í dag tosað tey so nýgrikst í Grikkalandi. Nýgrikskt líkist rættiliga nógv forngrikskum, grammatikkin er tó blivin nakað einklari, við tað at sagnorðini á forngrikskum blivu bend í fleiri føllum.
Nøkur vanlig orð og setningar
[rætta | rætta wikitekst]Føroyskt | Nýgrikskt | Úttala |
---|---|---|
Grikki (maður) | Έλληνας | [ˈe̞linas]. |
Griksk (kvinna) | Ελληνίδα | [ˌe̞liˈniða]. |
Grikskt (mál) | Ελληνικά | [e̞ˌliniˈka]. |
góðan morgun | καλημέρα | [ˌkaliˈme̞ra]. |
gott kvøld | καλησπέρα | [ˌkaliˈspe̞ra]. |
góða nátt | καληνύχτα | [ˌkaliˈnixta]. |
farvæl | χαίρετε (formelt), αντίο (hálv-formelt), γεια σου ella γεια σας (óformelt) | [ˈçe̞re̞te̞], [aˈdio̞], [ˈʝasu], [ˈʝa-sas] . |
frú! | κυρία | [kiˈria] (verður bert brúkt til livandi persónar) |
vinarliga | παρακαλώ | [paˌrakaˈlo̞]. |
harra! | κύριε | [ˈkirie] (verður bert brúkt til livandi persónar) |
orsakað | συγνώμη | [siˈɣno̞mi]. |
takk fyri | ευχαριστώ | [e̞fˌxariˈsto̞]. |
hatta | αυτό, (ε)κείνο | [afˈto̞]; [(e̞)ˈcino̞]. |
hetta | αυτό, (ε)τούτο | [afˈto̞]; [(e̞)ˈtuto̞]. |
ja | ναι | [ne̞]. |
nei | όχι | [ˈo̞çi]. |
at siga skál | εις υγείαν! (faktisk meining "til heilsuna") ella meira millum vinir ella familiert γεια μας! (lit. "fyri okkara heilsu") | [ˌis iˈʝi.an], [ˈʝa mas]. |
djús | χυμός | [çiˈmo̞s̠]. |
vatn | νερό | [ne̞ˈro̞]. |
vín | κρασί | [kraˈsi]. |
Mállæra
[rætta | rætta wikitekst]Indo-evropeiskt |
---|
Indo-evropeisk mál |
Albanskt | Anatolisk Armensk | Balto-slavisk | Keltisk Germansk | Grikskt | Indo-iransk Italsk | Tokarsk |
Frum-indo-evropeiskt |
Mál | Samfelag | Trúgv Kurgiskt | Jamna | Stríðsøksamentan |
Indo-evropeisk gransking |
Tað eru hendar umfatandi grammatiskar broytingar í mun til forn grikst, t.d.:
- Hvørjumfall (Dativ) er horvið og í staðin verða fyrisetingarorð nýtt ella hvørsfall.
- Infinitiv er horvið, í staðin verða bisetningar brúktir. T.d. θέλω να δώ (thélo na dhó) "eg ynski, at eg síggi" í staðin fyri forn grikst θέλω εἰδεῖν (thélō eideîn) "eg ynski at síggja".
- Perfektum er skift út við umskivingum við έχω (ého) "hava".
- Optativ er skift út við umskrivingum við να (na) og ας (as).
- Konjunktiv er smeltað samman við indikativ.
Sagnorð (Verbum) bendingarnar, sum eru rættiliga forgreinaðar í klassiskum griskum, eru gjørdar meira regluligar. Men nýgrikst hevur tó varðveitt tann týðandi munin millum aspektini imperfektiv og aorist (imperfektiv verður brúkt, tá nakað er óendaligt, ella hendir ofta, aorist er avsluttað, ella hendir væntandi bara einaferð):
Aspekt | Tátíð | Nútíð/framtíð | Imperativ | |
---|---|---|---|---|
Imperfektiv | 1.sg. 2.sg. 3.sg. 1.pl. 2.pl. 3.pl. |
έγραφα (éγrafa) έγραφες (éγrafes) έγραφε (éγrafe) γράφαμε(γráfame) γράφατε (γráfate) έγραφαν (éγrafan) "jeg (sad og) skrev" |
γράφω (γráfo) γράφεις (γráfis) γράφει (γráfi) γράφουμε (γráfume) γράφετε (γráfete) γράφουν (γráfun) "jeg (sidder og) skriver" |
γράφε (γráfe) γράφετε (γráfete) "(sid og) skriv!" |
Aorist | 1.sg. 2.sg. 3.sg. 1.pl. 2.pl. 3.pl. |
έγραψα (éγrapsa) έγραψες (éγrapsas) έγραψε (éγrapse) γράψαμε (γrápsame) γράψατε (γrápsate) έγραψαν (éγrapsan) "jeg skrev" |
(να) γράψω ((na) γrápso) (να) γράψεις ((na) γrápsis) (να) γράψει ((na) γrápsi) (να) γράψουμε ((na) γrápsume) (να) γράψετε ((na) γrápsete) (να) γράψουν ((na) γrápsun) "(at) jeg skriver, at skrive" |
γράψε (γrápse) γράψτε (γrápste) "skriv!" |
Perfektum | 1.sg. 2.sg. 3.sg. 1.pl. 2.pl. 3.pl. |
είχα γράψει (íha γrápsi) είχες γράψει (íhes γrápsi) είχε γράψει (íhe γrápsi) είχαμε γράψει (íhame γrápsi) είχατε γράψει (íhame γrápsi) είχαν γράψει (íhan γrápsi) "jeg havde skrevet" |
έχω γράψει (ého γrápsi) έχεις γράψει (éhis γrápsi) έχει γράψει (éhi γrápsi) έχουμε γράψει (éhume γrápsi) έχετε γράψει (éhete γrápsi) έχουν γράψει (éhun γrápsi) "jeg har skrevet" | |
Participium | γράφοντας (γrápso(n)das) "skrivandi"" |
Substantivbendingarnar (navnorð) eru eisini blivnar einfaldari. Hesar høvuðustýpurnar eru:
Kallkyn | Kvennkyn | Hvørkikyn | |||||
---|---|---|---|---|---|---|---|
Eintal | Hvørfall (Nominativ) Hvønnfall (Akkusativ) Hvørsfall(Genitiv) |
φίλος (fílos) φίλο (fílo) φίλου (fílu) |
άντρας (ándras) άντρα (ándra) άντρα (ándra) |
ώρα (óra) ώρα (óra) ώρας (óras) |
πόλη (póli) πόλη (póli) πόλης (pólis) |
βιβλίο (vivlío), παιδί (peðí) βιβλίο (vivlío), παιδί (peðí) βιβλίου (vivlíu), παιδιού (peðjú) |
λάθος (láθos) λάθος (láθos) λάθους (láθus) |
Fleirtal | Hvørfall Hvønnfall Hvørsfall |
φίλοι (fíli) φίλους (fílus) φίλων (fílon) |
άντρες (ándres) άντρες (ándres) αντρών (andrón) |
ώρες (óres) ώρες (óres) ωρών (orón) |
πόλεις (pólis) πόλεις (pólis) πόλεων (póleon) |
βιβλία (vivlía), παιδιά (peðjá) βιβλία (vivlía), παιδιά (peðjá) βιβλίων (vivlíon), παιδιών (peðjón) |
λάθη (láθi) λάθη (láθi) λαθών (laθón) |
"vinur" | "maður" | "tíð" | "býur" | "bók", "barn" | "feilur" |