Jump to content

Laksur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Atlantiskur laksur (frøðiheiti Salmo salar).

Laksur (latínsnkt Salmo: laksaættin) er smidligur fiskur. Hann hevur eina ryggfjøður mitt á bakinum, eina lítla fitifjøður aftarlaga móti klingruni og eina gotfjøður, har aftari endi er umleið undir fitifjøðurini. Sterturin er nakað innbogin. Strikan er bein. Siljafiskar fáa stóran krók á undirkjaftin í gýtingartíðini um heystið. Kjaftbeinini røkka umleið inn undir aftaru rond á eygunum. Laksur kann verða mistikin fyri sjósíl. Laksur hevur úr 10 upp í 13, vanliga 11, roðslur frá fitifjøðurini til strikuna. Á fremsta táknaboga, inni í boganum, eru táknatindarnir allir rættiligir tindar. Laksur er svartbláur um bakið, silvurskínandi um síðurnar, og undir búkinum er hann hvítligur, rómalittur. Ójavnir, svartir blettir eru um síðurnar, á kápuni og kjálkunum. Í gýtingartíðini um heystið skiftir laksur lit og verður brúnligur við blettum. Fiskurin í laksi er ljósareyður. Umframt at vera í áum og vøtnum er laksur eisini í sjónum, úr vatnskorpuni og niður á kanska 140 m., og helst eisini djúpari. Tað er óvist, um laksur fyrr í tíðini hevur verið í føroyskum áum, men laksurin nú í tíðini er innfluttur úr útlondum og settur út í ávísar áir her. Hann verður upp í 150 cm langur.

Hann er fram við landi og á víðum havi, frá Norðurportugal til Hvítahavið. Í Eystarasalti, við Bretsku Oyggjarnar, undir Føroyum, Íslandi, við Jan Mayen og í Grønlandi. Hann er frá Nýfundlandi og Labrador í Kanada til Connecticut í Nýonglandi. Eisini í áum og vøtnum í hesum somu londum.

Tað eru fleiri ymisk sløg til av laksi, summi sløg ferðast langa leið, meðan onnur sløg liva alt lívið í feskum vatni. Laksur verður føddur í feskum vatni og tey sløgini sum ferðast langt svimur síðan út til opið hav og so venda teir aftur til fekst vatn, tá ið teir skulu gýta. Tað sigst, og kanningar hava eisini víst at tað er so, at laksurin vendir aftur til júst sama stað, har ið hann varð føddur, fyri at gýta.

Nógva staðni í heiminum verður laksur aldur í stórum aliringum, smoltið verður fyrst framleitt í feskum vatni, og síðan verður fiskurin settur út í aliringar, tá hann er klárur til tað, har verður hann fóðraður og at enda tikin og slaktaður, hagreiddur og síðan seldur og ofta útfluttur. Í Føroyum hevur tað verið vanligt at ala laks síðan 1970-árini og henda vinnan hevur ment seg nógv síðan tá og er nú ein av høvuðsvinnunum í landinum.

Vinnuligi týdningur

[rætta | rætta wikitekst]
Sambært forsøgnum hjá European Aquaculture eru útlit til, at laksaaling í Evropa fer at tvífaldast komandi 20 árini (2012-2032) [1]. Laksaaling er ein sera týðandi partur av føroyskum útflutningi.

Laksur hevur stóran vinnuligan týdning. Marine Harvest framleiðir fjórða hvønn laks, 25 prosent, í heiminum [2]. Fyritøkan hevur virksemi í 22 londum, og av hesum er millum annað aling í Føroyum. Starvsfólkini hjá Marine Harvest eru 10.400 í talið um allan heimin. Størsti eigarin í Marine Harvest er John Fredriksen, ið er uppvaksin í arbeiðarabýarpartinum Vålerenga í Oslo, men sum hevur bygt seg upp til at vera ein av heimsins ríkastu monnum. Marknaðarvirði á Marine Harvest er í løtuni knappar 28 milliardir krónur [3].

Í 2011 var laksur heili 34 % av samlaða føroyska vøruútflutninginum í virði og í 2013 varð virðið av tí útflutta laksinum í Føroyum 43 % av samlaða útflutninginum[4], harvið er laksur Føroya størsta einstaka útflutningsvøra [5]. Prísfalli á heimsmarknaðinum seinnu helvt í 2011 sæst aftur í hagtølunum. Nøgdin av útfluttum laksi er økt 29 %, meðan samlaða virði bert økti 10 % í 2011. Størsti marknaðurin fyri føroyskan alifisk er sambært hagtølunum USA; føroyskur laksur hevur gott orð á sær í USA. Føroyska alivinnan útflutti næstan 350 milliónir krónur av laksi til USA í 2010, tað vil siga at fjórði hvør føroyskur laksur endaði í USA. Eftir USA kemur Týskland, Stóra Bretland, Danmark og Frakland. Í útflutningshagtølunum sæst eisini, at útflutningurin til bæði Russland og Kina er øktur nógv í 2011.

2013 hevur verið eitt gott ár hjá laksaalarum, og tað verður møguliga tað besta nakrantíð. Nýtslan av laksi er økt munandi, tí at framleiðarar hava gjørt laks lættan at matgera, og laksur er tann fiskurin, sum fólk oftast hava í huganum, tá tey vilja hava fisk. "Laksur hevur fingið eina serliga støðu á marknaðinum, tí at nógv fólk velja laks framum onnur fiskasløg. Tí hevur laksur eisini eina bjarta framtíð fyri framman", segði Bjørn-Erik Stabell í Norges Sjømtråd í 2013 [6]. Hann væntar, at vøksturin í eftirspurninginum fer at halda fram komandi árini. "Eftirspurningurin eftir laksi fer at økjast meira komandi 15 árini, enn hann hevur gjørt seinastu 15 árini. Vit vænta tí, at alivinnan hevur møguleika at vaksa enn meira, men tað fer at seta sera stór krøv til okkum sum vinna", segði Stabell. Hann vísti á nakrar orsøkir til, at eftirspurningurin fer at økjast komandi árini. Ein týðandi orsøk er tann vaksandi miðalklassin. "Tann vaksandi miðalklassin kring heimin er ein týðandi orsøk til øktan eftirspurning. Tá fólk hava ráð, vilja tey fegin vísa tað við at keypa laks", segði eisini Stabell.

Í 2013 framleiddu Føroyar góð 62.000 tons av alifiski, í 2011 og 2012 var bert laksur aldur, í 2013 var eitt sindur av aldum sílum, tó bert 72 tons, so tað er ein sera lítil partur av samlaðu nøgdini.[7] Av hesum vóru 58.903 tons útflutt í 2013 til eitt virði á 2.455 mia. Nøgdin av útfluttum alifiski var eitt vet lægri enn í 2012, men virði var nógv økt. Alifiskur, tvs. laksur, var størsta útflutningsvøra hjá Føroyum í 2013.[8]

Kelduávísingar

[rætta | rætta wikitekst]
  1. http://oljan.fo/bradnandi isurin i arktis vinnumoguleikar i eysturoynni.html#.Ux-wDVFdXv0
  2. http://exchanges.nyx.com/en/new-york-stock-exchange/marine-harvest-celebrates-its-listing-nyse[deyð leinkja]
  3. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-02-03. https://web.archive.org/web/20140203024333/http://www.dagbladet.no/2014/01/28/nyheter/laks/oppdrett/marine_harvest/john_fredriksen/31513382/. Heintað 2014-03-12. 
  4. Hagstova.fo, Uppsjóvarfiskur og laksur tveir triðingar av fiskaútflutninginum
  5. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-05. https://web.archive.org/web/20160305095957/http://industry.fo/default.aspx?action=1&id=32&newsid=675&pid=4786. Heintað 2014-03-12. 
  6. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-09. https://web.archive.org/web/20160309175807/http://www.in.fo/news-detail/news/vilja-hava-meira-laks/. Heintað 2014-03-12. 
  7. Industry.fo, Alivinnan framleiddi góð 62.000 tons av laksi í 2013[deyð leinkja]
  8. kvf.fo, Alifiskur størsta útflutningsvøra hjá Føroyum
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið