Jump to content

Kvinnufelagið í Havn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Kvinnufelagið í Havn varð stovnað 31. mars 1952 og heldur til í Mettustovu á Reyni í Havn. Longri niðri sæst yvirlit yvir nevndir ið hava verið í Kvinnufelagnum. Kelda til yvirlitið er heimasíðan hjá Kvinnufelagnum, sum hevur fundarbøkur og 25-ára minningarrit hjá Kvinnufelagnum til keldu. Yvirlitið er fullfíggjað frá 1952-1980 og frá 2005-2010.[1] Kvinnufelagið er limur í Kvinnufelagasamskipan Føroyar, stytt KSF. KSF er eitt móðurfelag (paraplyfelag) fyri kvinnufeløg í Føroyum. Felagið hevur nevndarfundir regluliga og skipar av og á fyri tiltøkum, onkuntíð eru tiltøkini bert fyri kvinnur, men ofta hava eisini verið almenn tiltøk fyri øll har ymisk aktuell evni verða umrødd og kjakast um. Felagið plagar at skipa fyri fundum ella tiltøkum á altjóða kvinnudegnum 8. mars, í 2006 varð skipað fyri kjakfundi í Sjónleikarhúsinum í Havn har evnið var "Kvinnur í politikki - hvussu fáa vit fleiri kvinnur valdar í Løgtingið og í bý- og bygdaráðini?"[2] T.d. hevur felagið skipa fyri kjakfundum við luttøku av kvinnuligum valevnum, hetta fyri at vera við til at hjálpa kvinnunum fram, óansæð hvønn flokk tær hoyra til. Nakrar av teimum sum hava verið nevndirlimir í Kvinnufelagnum í Havn eru seinni blivnar aktivar í býráðs- og ella landspolitikki. T.d. hava Malla Samuelsen, Karin Kjølbro, Lisbeth L. Petersen og Rigmor Dam verið nevndarlimir. Aðrar sum hava verið sera virknar í almenna kjakinum og sum hava verið virknar í Kvinnufelagnum í Havn, men ikki í lands- ella býráðspolitikki eru t.d. Bergtóra Hanusardóttir, sertannlækni og rithøvundur, Inga Ellingsgaard, Turið Holm, kvinnulækni, Birta Biskopstø, løgfrøðingur Laufey Blaasvær og Randi Kúrberg málfrøðingur og ítróttakvinna.

Endamálið hjá felagnum er at arbeiða fyri javnstøðu millum kvinnur og menn, so tey javnbjóðis kunnu virka í heimi, yrki og samfelagi. Kvinnufelagið er einasta áhugafelag í Føroyum, sum hevur boðað frá, at tær taka undir við fríari fosturtøku.

Mettustova

[rætta | rætta wikitekst]

04. juni 1956 samtykti ein eykaaðalfundur at ogna sær Mettustova og seta hana í stand. Kvinnufelagið keypti Mettustovu fyri 1 krónu. Hon stóð at detta niður, og mong hildu at hon ikki kundi setast í stand aftur. Hetta tók eisini fleiri ár, og ikki fyrr enn í 1961 var hon so fræg, at hon kundi brúkast til fundir.

Felagið varð stovnað hin 31. mars 1952. Niðanfyri sæst yvirlit (tó ikki fullfíggjað.

Fyrsta nevndin

[rætta | rætta wikitekst]

Frú Jóhanna Jensen var fyrsti formaður í felagnum. Hinar í fyrst valdu nevndini vóru:
Frú Malla Samuelsen
Frú Lisa Rubeksen
Frúgv Bergljót av Skarði
Frú Ninna Arge Jacobsen
Frúgv Helena á Bakka
Frú Petra Arge

Nevndin 2012

[rætta | rætta wikitekst]
  • Katrin Gaard, forkvinna
  • Bjørg Jacobsen, næstforkvinna
  • Eyrith G. Leyni, kassakvinna.
  • Helena Fríðheim, nevndarlimur
  • Beinta Festirstein, nevndarlimur
  • Turið Holm, tiltakslimur

Nevndin 2011

[rætta | rætta wikitekst]
  • Birta Biskopstø, forkvinna
  • Barbara Berg, skrivari
  • Eyrith G. Leyni, kassameistari
  • Helena Fríðheim, nevndarlimur
  • Turið Holm, tiltakslimur
  • Annika A. Gregoriussen, tiltakslimur
  • Enna Mikkelsen, tiltakslimur

Nevndin 2010

[rætta | rætta wikitekst]
  • Tina K. Jakobsen, forkvinna
  • Birta Biskopstø, næstforkvinna
  • Rigmor Dam, skrivari
  • Annika Arge Gregoriussen, nevndarlimur
  • Ása Johnsdóttir, peningarøkil
  • Turið Holm, tiltakslimur
  • Eyrith Guttesen Leyni, tiltakslimur
  • Ása Johnsdóttir valdi at fara úr nevndini í úrtíð, Eyrith Guttesen Leyni varð vald til peningarøkil frá umleið hálvum februar til næstkomandi aðalfund.

Nevndin 2009

[rætta | rætta wikitekst]
  • Tina K. Jakobsen, forkvinna
  • Birta Biskopstø, næstforkvinna
  • Rigmor Dam, skrivari
  • Birna Gaard, peningarøkil
  • Annika Arge Gregoriussen, nevndarlimur
  • Turið Holm, tiltakslimur
  • Eyrith Guttesen Leyni, tiltakslimur

Nevndin 2008

[rætta | rætta wikitekst]
  • Tina K. Jakobsen, forkvinna
  • Birta Biskopstø, næstforkvinna
  • Rigmor Dam, skrivari
  • Herborg Sloan, peningarøkil
  • Birna Gaard, nevndarlimur
  • Laufey Blaasvær, tiltakslimur
  • Turið Holm, tiltakslimur

Nevndin 2007

[rætta | rætta wikitekst]
  • Hanna Simonsen, forkvinna
  • Tina K. Jakobsen, næstforkvinna
  • Guðrið Joensen, skrivari
  • Gunnvá Heinesen, peningarøkil
  • Laufey Blaasvær
  • Birna Gaard, tiltakslimur
  • Randi Kúrberg, tiltakslimur

Nevndin 2006

[rætta | rætta wikitekst]
  • Gunnvá Heinesen, kassameistari
  • Hanna Simonsen, skrivari
  • Tina K. Jakobsen, skrivari
  • Eileen Sandá, nevndarlimur
  • Guðrið í Bartalsstovu, nevndarlimur
  • Bergtóra Hanusardóttir, tiltakslimur
  • Berit Unn Petersen, tiltakslimur
  • Birta Biskopstø, KSF-umboð
  • Bergtóra Hanusardóttir, tiltakslimur KSF-umboð, Eydna Djurhuus, grannskoðari
  • Gunnvá Haldansen, grannskoðari

Nevndin skipaði seg við felags leiðslu og hevði tískil onga forkvinnu og varaforkvinnu.

Nevndin frá 3. oktober 2005

[rætta | rætta wikitekst]
  • Bergtóra Hanusardóttir, forkvinna
  • Inga Ellingsgaard, varaforkvinna
  • Marjun Berg, kassameistari
  • Karin Kjølbro, nevndarlimur
  • Eileen Sandá, skrivari
  • Guðri í Bartalsstovu, nevndarlimur
  • Gunnvá Haldansen, nevndarlimur
  • Berit Unn Petersen, tiltakslimur

Eyðna Djurhuus, grannskoðari
Bergliot Ihlen, grannskoðari
Birta Biskopstø, KSF-umboð

Nevndin frá oktober 2003

[rætta | rætta wikitekst]

Nevndin skipaði seg 18.10.2003

Nevndin frá 1. oktober 2001, Aðalfundur í Mettustovu

[rætta | rætta wikitekst]
  • Bergtóra Hanusardóttir, forkvinna
  • Inga Ellingsgaard
  • Marjun Berg
  • Gunnvá Haldansen
  • Karin Kjølbro
  • Vilgerð Astriðardóttir, tiltakslimur
  • Lisbeth Petersen, tiltakslimur

Eyðna Djurhuus, grannskoðari
Bergliot Ihlen, grannskoðari
Karin Kjølbro, KSF-umboð
Gunnvá Haldansen, KSF-umboð, tiltakslimur

Nevndin frá 3. oktober 2000, Aðalfundur í Mettustovu

[rætta | rætta wikitekst]

Bergtóra Hanusardóttir, Inga Ellingsgaard, Marjun Berg, Vilgerð Astriðardóttir, Lisbeth L. Petersen, Karin Kjølbro, tiltakslimur Gunnvá Haldansen, tiltakslimur Eyðna Djurhuus, grannskoðari Bergliot Ihlen, grannskoðari Inga Ellingsgaard, KSF-umboð Gunnvá Haldansen, KSF-umboð, tiltakslimur

Nevndir í 1990-árunum (ikki fullfíggjað yvirlit)

[rætta | rætta wikitekst]

27.09.1999; Aðalfundur

  • Bergtóra Hanusardóttir, forkvinna
  • Inga Ellingsgaard, skrivari
  • Marjun Berg, kassameistari
  • Lisbeth Petersen, nevndarlimur
  • Valgerð Astridardóttir, nevndarlimur
  • Helena Fríðheim, tiltakslimur
  • Karin Kjølbro, tiltakslimur
  • Eydna Djurhuus, grannskoðari
  • Bergliot Ihlen, grannskoðari
  • Bergtóra Hanusardóttir, KSF-umboð
  • Gunnvá Haldansen, KSF-umboð, tiltakslimur

Nevndir í 1980-árunum (ikki fullfíggjað yvirlit)

[rætta | rætta wikitekst]

26.09.1988 Aðalfundur

[rætta | rætta wikitekst]
  • Marjun Berg, nevndarlimur
  • Gunnvá Haldansen, nevndarlimur
  • Valborg Rasmussen, nevndarlimur
  • Kirsten Brix, nevndarlimur
  • Jane Hoydal, nevndarlimur
  • Bergtóra Hanusardóttir, nevndarlimur (?)
  • Marjun Nielsen, tiltakslimur
  • Helma Frýdal, tiltakslimur

Nevndin frá 21. september 1987 - Aðalfundur í Mettustovu

[rætta | rætta wikitekst]

Árið fyri var lógin blivin broytt soleiðis, at aðalfundur skuldi vera um heystið í staðin fyri um várið.

  • Marjun Berg, forkvinna
  • Gunnvá Haldansen, kassameistari
  • Bergtóra Hanusardóttir, nevndarlimur
  • Frida Hansen, nevndarlimur
  • Hjørdis Thomsen, nevndarlimur
  • Turid Justinussen, tiltakslimur
  • Edith í Jákupsstovu, tiltakslimur
  • Elinborg Trónd Johansen, KSF-umboð
  • Kirsten Brix, KSF-umboð

Nevndin frá 20. januar 1986 - Aðalfundur

[rætta | rætta wikitekst]
  • Marjun Berg, forkvinna
  • Gunnvá Haldansen, kassameistari
  • Frida Hansen, nevndarlimur
  • Hjørdis Thomsen, nevndarlimur
  • Bergtóra Hanusardóttir, nevndarlimur
  • Dagbjørg Hjaltalin, tiltakslimur
  • Camma Vang, tiltakslimur
  • Hanna (Joensen?), KSF-umboð
  • Dagbjørg Hjaltain, KSF-umboð

Nevndin frá 28. januar 1985 - Aðalfundur

[rætta | rætta wikitekst]
  • Eyðna Djurhuus, forkvinna
  • Bergtóra Hanusardóttir, næstforkvinna
  • Marjun Berg, skrivari
  • Gunnvá Haldansen, kassameistari
  • Turid Justinussen, nevndarlimur
  • Frida Hansen, tiltakslimur
  • Dagbjørg Hjaltalin, tiltakslimur

Nevndin 13. februar 1984 - Eykaaðalfundur

[rætta | rætta wikitekst]
  • Hanna Joensen, formaður
  • Edith í Jákupstovu, næstformaður
  • Eyðna Djurhuus, skrivari
  • Gunnvá Haldansen, kassameistari
  • Turid Justinussen, nevndarlimur
  • Frida Hansen, tiltakslimur
  • Ingvør Nolsøe, tiltakslimur
  • Elinborg Trónd Johansen, KSF-umboð

13.01.1984 Aðalfundur í Mettustovu. Ov fáar møttar - lýst varð til eykaaðalfund

Nevndin 15. februar 1983 - Aðalfundur

[rætta | rætta wikitekst]
  • Hanna Joensen, formaður
  • Gunnvá Haldansen, næstformaður
  • Edith í Jákupsstovu, skrivari
  • Lina Arge, kassameistari
  • Oktavia Holm, nevndarlimur
  • Inger Mortensen, tiltakslimur
  • Frida Hansen, tiltakslimur

Nevndin 21.01.1980 - Eyka-aðalfundur á Panorama

[rætta | rætta wikitekst]
  • Inger Christiansen, formaður
  • Elinborg Johannesen, næstformaður
  • Lina Arge, kassameistari
  • Oktavia Holm, skrivari
  • Thurid Justinussen, nevndarlimur
  • Bergtóra Jacobsen, tiltakslimur
  • Hanna Joensen, tiltakslimur
  • Inger Christiansen, KSF-umboð*
  • Lina Arge, KSF-umboð*
  • Rigmor Jacobsen, grannskoðari
  • Margretha Petersen, grannskoðari
  • Óvist er, hvør teirra var tiltakslimur í KSF.

Kvinnutíðindi

[rætta | rætta wikitekst]

Felagið gav út blaðið "Kvinnutíðindi".

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
  1. "Kvinnufelag.net, Eldri nevndir". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-10-08. https://web.archive.org/web/20131008121907/http://kvinnufelag.net/index.php?option=com_content&view=article&id=70:eldri-nevndir&catid=35:um-kvinnufelagid&Itemid=80. Heintað 2012-09-11. 
  2. Kvinna.fo, Kvinnufelagið skipar fyri pallborðsfundi 8. mars[deyð leinkja]
  • 25 ára minnisrit hjá Kvinnufelagnum í Havn