Gásadalur
Gásadalur | |
Gåsedal (danskt) | |
Bygd | |
Gásadalur í 2005.
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Vága sýsla |
Oyggj | Vágar |
Kommuna | Sørvágs kommuna |
Íbúgvar | 14 (2020)[1] |
Postnummur | FO-387 |
Markatal | 18-00-00 |
|
Gásadalur er ein bygd í Føroyum. Hon liggur vestan fyri Bø í Vágoynni út móti Mykinesfirði og er umgyrd av hægstu fjøllunum í oynni - Árnafjall (722 metrar) fyri norðan og Eysturtindur (715 metrar) fyri eystan. Gásadalur er partur av Sørvágs Kommunu.
Alment
[rætta | rætta wikitekst]Lending er sjáldant møgulig í Gásadali. Tískil vóru bátarnir hjá gásadalsfólki altíð í Bø, og tá ið teir ætlaðu at fara út at fiska, máttu teir fara eftir gøtuni upp um Skarð, ið er umleið 400 metrar høgt. Meðan Føroyar vóru hersettar av Bretlandi undir seinna heimsbardaga, gjørdu Gásadalsmenn í 1940 eina trappu oman til sjógvin. Kortini kundi man neyvan kalla hetta eina havn.
Harvið hevur Gásadalur leingi verið einasta bygd í Føroyum uttan vegasamband. Áðrenn Gásadalstunnilin varð bygdur, var bert møguligt at koma til Gásadals við tyrlu ella til gongu. Hesin trupulleikin við sambandi hevur gjørt, at bygdin er minkað nógv seinastu árini. Postmaðurin gekk tá við posti upp um fjallið tríggjar ferðir um vikuna. Tá ið danski filmurin "1700 metrar frá framtíðini" kom út, varð Gásadalur kendur í øllum heiminum.
Í 2003 varð møguligt at ganga ígjøgnum Gásadalstunnilin (um ein hevði lykt) og síðan 2005 høvdu gásadalsfólk, ið høvdu lykil til bummin, loyvi at koyra við bili. Í 2006 læt tunnilin upp fyri almennari ferðslu. Tunnilin er 1.410 metrar til longdar og einsporaður.
Sambært gásadalsfólki var bygdin avtoftað, var tunnilin ikki komin. Men eingin trygd er fyri, at Gásadalur fer at vaksa aftur. Meirilutin av íbúgvunum eru 60 ár og eldri, og børn búgva ikki leingi í Gásadali. Síðan tunnilin kom ígjøgnum, eru fleiri nýggj hús tó blivin bygd.
Gæsa og gæs
[rætta | rætta wikitekst]Sambært søgu Gásadals hevur bygdin fingið navn eftir Gæsu í Kirkjubø. Hon hevði etið kjøt, hóast tað ikki var loyvt í føstu. Tískil vóru allar ognir tiknar frá henni, og hon mátti flyta til dalin í Vágum. Hinar sagnirnar eru mest um huldufólk. Ein onnur - heldur trúligari - frágreiðing sigur, at navnið kemst av teimum villgásaflokkum, sum frá gamlari tíð hava tikið seg til Gásadals um summarið.
Á veg til Gásadals
[rætta | rætta wikitekst]Hóast tunnilin er tað framvegis trupult at koma til Gásadals. Síðani tunnilin er vorðin veruleiki, hevur tyrlan leingi ikki flogið til Gásadals. Bussurin (Leið 300) koyrir vanliga til Sørvágs og bert einaferð um dagin (um kvøldið) tilkallukoyring til Bíggjar, um sagt verður frá tveir tímar áðrenn ferðina.
Av tí at Gásadalsfólk vóru tey einastu, sum høvdu lykil til tunnilin, var í fyrstuni ikki møguligt at koyra til Gásadals hjá øðrum fólki. Tey kundu annaðhvørt ganga ígjøgnum tunnilin ella upp um Skarð. Hetta er tó broytt nú (2006), og bummurin er bert stongdur, tá arbeitt verður í tunlinum.
Tann gamla gøtan upp um Skarð er 3.500 metrar til longdar og tekur 2½ tíma. Gingið verður fyrst úti við eggina. Her eigur man at ganga sera varliga, uttan at gloyma at njóta tað framúrskarandi útsýnið yvir Sørvágsfjørð, Tindhólm, Gáshólm og Mykines.
Í Gásadali er ongin kirkja. Gudstænasta og lestur eru tískil í skúlanum. Áðrenn kirkjugarðurin varð bygdur í 1873, vórðu fólk borin upp um fjallið og grivin í Bø. Miðskeiðis á ferðini er líksteinurin, ið var tað einasta staðið, har sum berararnir hvíldu.
Longri frammi á veg til Gásadals er eisini Keldan Vígda, har sum ein prestur vígdi kelduna til at doypa eitt ógvuliga sjúkt barn, ið mátti til læknan í Bø. Var barnið deytt og ódoypt, hevði tað sambært kristnari trúgv mist sálarinnar frelsu.
Næst við Skarð er Risasporið. Søgan greiðir frá tveimum risum, ið búðu í Gásadali og í Mykinesi. Tá ið teir komdu til ilnar, ætlaði gásadalsrisin at ganga til Mykinesar. Hann gjørdi sær renningarlop eftir fjøllunum og megnaði at koma út í Mykines í einum lopi. Sporið sæst enn í dag.
Tað er onkuntíð bratt og tungt at ganga niðan Gásadalsbrekkuna av Skarðinum. Og man má ansa eftir tí leysa grótinum.
Bókmentir
[rætta | rætta wikitekst]- 1700 meter fra fremtiden, Danmark 1990, 84 min, Familjufilmur. Leikstjóri: Ulla Boje Rasmussen. (Internet: upplýsingar á enskum) Archived 2022-01-29 at the Wayback Machine
- 1700 meter fra fremtiden : en film om den færøske bygd Gásadalur. - Keypmannahavn: Statens Filmcentral, 1990. - 32 s.
- "Jákup Andreas Henriksen - tann gamli postmaðurin úr Gásadali". (Internet: upplýsingar á enskum, týskum, fronskum, donskum og føroyskum) Archived 2007-09-30 at the Wayback Machine
- "Til Gongu í Føroyum: Bøur - Gásadalur". (Internet: síða 11)
Sí eisini: Bygdir í Føroyum
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- www.hagstova.fo (tað nýggjasta frá hagfrøði)
- www.faroestamps.fo Archived 2007-09-27 at the Wayback Machine (upplýsingar um Gásadal á enskum, týskum, fronskum, donskum og føroyskum)
- www.fms.fo (PDF-fíla)[deyð leinkja] (upplýsingar um tunnilin til Gásadals)
- www.stamps.fo[deyð leinkja] (Postsøgan í Gásadali)
- www.tourist.fo (PDF-fíla) (Til gongu í Føroyum)