Falskur nettleiki
Falskur nettleiki kemur fyri, tá numeriskar dátur verða sýndar á slíkan hátt, at bent verður á, at neyvleikin er betri enn hann í veruleikanum er. Eftirsum nettleiki er avmarking á neyvleika, førir hetta ofta til ov stórt álit á nettleikan.
Í vísindum og verkfrøði er skikkur, at, um møguligur skeivleiki ikki eyðsýnliga er upplýstur, skulu tølini til framløgu av dátum vera avmarkað av nettleikanum av dátunum. Sjálvt uttanfyri hesar námsgreinir er lyndi til at ganga út frá, at øll siffur uttan null í einum tali hava týdning. Soleiðis kann framløga av ov avgjørdum tølum fáa skoðaran at vænta frægari nettleika, enn hann í veruleikanum fær.
Falskur nettleiki kemur í, tá ið hánettar og lágnettar dátur verða settar saman og við eindarumrokning. Dømi:
- 'Fílurin Bobo vigar 10 000 kilogram. Eg vigi 79 kilogram. Tí høvdu vit vigað 10 079 kilogram, um eg setti meg á Bobo.'
- 'Umleið tvey hundrað fólk vóru í veitsluni tá hon byrjaði. Trý fóru avstað tíðliga, so vit áttu at dekka upp til hundraðognítisjey til døgurðan.'
- 'Fyri tveimum árum síðani var grein útgivin, ið staðfesti, at dinosaurar doyðu út 65 milliónur ár frammanundan. Hetta merkir, at dinosaurar doyðu út fyri 65 000 002 árum síðani.'