Edinburgh
Edinburgh | |
---|---|
Land: | Stóra Bretland |
Vídd: | 262 km² |
Íbúgvar (2014): | 492.680 |
fyri km²: | 1.855 |
Mál: | Enskt, Skotskt gæliskt |
Heimasíða: | Edinburgh.gov.uk Archived 2006-05-27 at the Wayback Machine |
Edinburgh ella Edinborg (enskt: City of Edinburgh, skotskt gæliskt: Dùn Èideann) er høvuðsstaður og næststørsti býur Skotlands. Edinborg hevur verið Skotlands høvuðsstaður síðan 14. øld. Av nógv hægstu nevndum og stjórnum í Skotlandi hava høvuðssæti í Edinborg til dømis skotska tingið, kirkjunevndin og kongshúsið. Edinborg liggur á syðra armi í Forthfirði í Skotlandi.
Edinborg er serliga kend fyri at vera ein útbúgvingarstaður og Edinborgar universitet er í dag nr. 17 í heiminum við serkunnleika og frálæru í læknafrøði og verkfrøði.
Umleið 1. mió. ferðafólk vitja árliga Edinborg og dregur so statt næstflest ferðafólk til sín í øllum Stóra Bretlandi aftaná London.
Av heygnum, har Edinburgh Castle stendur, er frálíkt útsýni oman yvir stórbýin við krókutum miðaldargøtum og føgrum georgianskum húsum.
Hvørt summar er stór altjóða mentanarstevna í býnum.
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
Princes Street í miðbýinum
-
Útsýni yvir býin frá borginum Edinburgh Castle
-
Útsýni yvir býin frá heygginum Calton Hill
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Heimasíða: Edinburgh.gov.uk Archived 2006-05-27 at the Wayback Machine
- Edinburgh), wikivoyage.org (enskt)
Coordinates: 55°57′0″N 3°13′12″W / 55.95000°N 3.22000°W