Djevulin
Djevulin, ella devulin, komið av grikskum Διάβολος diabolos (føroyskt: ákæri). Í Nýggja Testamenti sama vera sum í Gamla Testamenti verður nevnd Sátan. Orðið „djevul“ merkir ein, ið sigur óndar lygnir um ein annan. „Sátan“ merkir fíggindi ella mótstøðumaður. Soleiðis varð størsti fíggindi Guds nevndur. Í fyrstuni var hann ein fullkomin eingil hjá Gudi í himli. Men sum frá leið, fór hann at halda ov nógv um seg sjálvan og ynskti sær ta tilbiðjanina, sum bara Gud eigur at fáa (Matteus 4:8-10).
Bíblunnar tala um Djevulin, "allar gerningar hans og allan atburð hans" tekur tað ónda í djúpum álvara. Hon avdúkar tað ónda uttan at demonisera menniskjuna. Og í hesum sambandi boðar evangeliið frá, at tað góða hevur sigrað á tí ónda við Jesusi Kristi. Í Bíbliuni eins væl og manna millum hevur tað ónda nógv nøvn. Djevulin, Sátan, Beelsibul, Antikrist, o.sfr. Felags fyri tey mongu nøvnini er tó sami týdningur: Tað ónda baktalar (Djevulin) sannleikan, tað syndrar (Sátan) tað góða, tað hersetur menniskju við sínum hervaldi (Beelsibul), og rænir ognir sum tað ikki eigur og noktar, at Jesus er Kristus (Antikrist). Tað ónda er sostatt til sum ein megi, ið týnir og leggur í oyði.