Dante Alighieri
Dante Alighieri (føddur mai/juni 1265 í Firenze, deyður 14. september 1321 í Ravenna) var ein italienskur rithøvundur og skald, best kendur fyri at hava skrivað Tann gudgivna skemtileikin (La Divina Commedia), sum er eitt av hæddarpunktunum í heimsbókmentunum.
Lívssøga
[rætta | rætta wikitekst]Dante Alighieri varð føddur í býarpartinum San Pier Maggiore í Firenze í 1265. Føðingardagurin er rættiliga óvissur, men hann fortelur sjálvur í skaldskapi sínum, at hann varð føddur í stjórnutekninum Tvillingunum. Hann varð doyptur Durante eftir abba sínum á móðursíðuni, Durante degli Abati, Dante var eitt kallinavn, ið hann sjálvur valdi at nýta. Mamma hansara, Berta ella Bella degli Abati, doyði tá hann var knapt tíggju ára gamal.[1] Pápi hansara, Alighiero di Bellincione Alighieri, giftist uppaftur og fekk fýra børn við nýggju konuni, sum nevndist Lapa Cialuffi.
Tá Dante var níggju ára gamal møtti hann musu sínari, tí átta ára gomlu Bice Portinari, sum hann nevndi ”Beatrice”, tann saliga. Tá hann var umleið átjan ára gamal møttist hann ofta við henni, og hon gjørdist hansara ímynd av kærleikanum. Tey blivu tó ikki gift. Tá hann einaferð vísti áhuga fyri einari aðrari kvinnu gjørdist hon firtin og ignoreraði hann. Tá lovaði hann, at hann skuldi yrkja til hennara heiður soleiðis sum ongin annar hevði yrkt fyrr. Beatrice giftist einum bankamanni sum nevndist Simone dei Bardi, og hon doyði í 1290. Í 1293 uppfylti hann sítt lyfti og skrivaði Vita Nuova, sum ofta verður nevnt hansara ungdomsverk.
Tólv-ára gamal bleiv Dante trúðlovaður Gemma Donati, sum hann seinni giftist við. Tey fingu eftir øllum at døma trýggjar synir og tvær døtur. Tveir synir, Jacopo og Pietro, gjørdist seinni kendir fyri at viðmerkja verk hjá pápanum. Dante fekk í hvussu so er eina dóttir, Antoniu, sum gjørdist nonna í Ravenna og sum tá fekk sær navnið systir Beatrice.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]