Cornwall
Appearance
Cornwall (Kornbretland) Kernow | |
---|---|
Motto: Onen hag oll (corniskt) (føroyskt: "Ein og øll") | |
Støða (Status) | Enskt Greivadømi (Ceremonial county) |
Vídd: | 3,563 km² |
Íbúgvar (2012): | 540.178 (uml.) |
fyri km²: | 152/km² |
Mál: | Enskt |
Cornwall (fornnorrønt Kornbretland) (corniskt: Kernow) er eitt greivadømi (county) ytst á suðurvestur horninum av Onglandi. Longst í útsynning liggja Scillyoyggjarnar har ið føroyingar stundum hava luttikið í kappróðri.
Siðsøguliga var Cornwall eitt keltiskt (bretskt) øki, skilt frá Onglandi, men síðan 10'du øld, hevur landið verið ein partur av Onglandi. Cornisk serkenni, sum t.d. talumálið, byrjaðu at vikna í 13'du øld og í 18'du øld doyði málið út. Í 20'du øld fóru áhugafólk undir at endurreisa talumálið og eisini er eitt vaksandi ynski um at fáa størri lokalpolitiskt sjálvræði, innanfyri bretska kongsveldið, í Cornwall.