Jump to content

Botsvana

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Lefatshe la Botswana
Republic of Botswana
Lýðveldið Botsvana
Flagg Botsvana
(Flagg Botsvana)
Skjaldarmerki Botsvana
(Skjaldarmerki Botsvana)
Tjóðarslagorð: Pula (føroyskt: Regn)
Tjóðsangur: Fatshe leno la rona
Alment mál Enskt, Tswana
Høvuðsstaður Gaborone
Forseti Mokgweetsi Masisi
Løgmaður Onki
Fullveldi 30. september 1966
(frá Stóra Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
581,730 km²
2,5 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
2,155,784
3,6/km²
Gjaldoyra Pula (BWP)
Tíðarøki UTC 2
Økisnavn á alnetinum .bw
Telefonkota 267

Botsvana er land í syðra-Afrika við 2,1 mió. íbúgvar í 2014.[1] Í suðri hevur Botsvana mark við Suðurafrika, í norðri við Sambia, í vestri við Namibia og eystri við Simbabvi. Í Botsvana er trygt fólkaræðiligt stýri. Botsvana er eitt av fáu londunum í Afrika, har tað hevur gingið støðugt framá búskaparliga. Tá ið Botsvana gjørdist sjálvstøðugt ríki í 1966 var tað ørfátækt landbúnaðarland, fólkið livdi av sjálvbjargnisbúnaði. Rættilig ferð kom á búskaparligu menningina, tá ið diamantar vórðu funnir í 1967. Ein onnur týdningarmikil vinna eru stóru neytagarðarnir, sum eru komnir síðstu 30 árini. Tá ið Botsvana gjørdist sjálvstøðugt ríki í 1966, var eingin høvuðsstaður, tí at tað hevði verið stýrt úr Mafikeng í Suðurafrika. Nýstovnaða ríkið bygdi tí nýggjan høvuðsstað, Gaborone. Um 200.000 fólk búgva nú í býnum (2010), sum umframt at vera høvuðsstaður eisini er miðdepil fyri ídnaði og samferðslu.

Botsvana hevur í fleiri ár verið illa plágað av eyðkvæmi. Eyðkvæmi var ein týðandi orsøk til, at fólkavøksturin í Botsvana eftir tíggju árum minkaði úr trimum prosentum niður í næstan einki.[2] Í Botsvana doyggja nógv ung fólk av AIDS, miðal livialdurin er bert 66 ár í 2014, sbrt. WHO.[3] Í Botsvana er 23.4 % vaksin smittaður av hesi herviligu sjúku í 2014.[4]

Botsvana er eitt dømi um eitt land í Afrika, har tað hevur eydnast at skipa viðurskiftini væl. Har hevur man eitt risastórt tilfeingi, men man hevur skipað tað á ein hátt, at tað ikki skeiklar samfelagið. Fyri eitt land sum Sierra Leona ella Kongo Kinshasa hevur stóra diamantríkidømið verið ein vanlukka, men Botsvana, sum hevur stórt diamantríkidømi, hevur havt størsta búskaparvøkstur í heiminum seinastu 40 árini.[5] Í Botsvana taka myndugleikarnir ognarrættin hjá almenninginum til tilfeingið fyri fult. Teir krevja inn tilfeingisrentuna frá ávikavist olju og diamantum og goyma hana til seinni ættarlið ella brúka hana til at fíggja íløgur í útbúgving, vegir og tunlar osfr. Í t.d. bæði Kongo og Sierra Leona stóðst hinvegin borgarakríggj um tilfeingisrentuna.

Í Selebi-Phikwe (Selibe Phikwe) í Botsvana var nógv nikkul og kopar funnið í jørðini. Har varð farið undir námsvinnu, og tí sambandi varð bygdur ein nýggjur námsbýur við býarpørtum, har stjórar skuldu búgva einastaðni og arbeiðarar eina aðra staðni. Námsbýurin er nær við markið til Simbabvi. Tey, sum gjørdu býarskipanina, vistu, at námsídnaðurin fór at hava dálking við sær. Ætlanin var, at stjórarnir skuldu búgva har, sum teir ikki fóru at verða órógvaðir av roykinum úr teimum stóru skorsteinunum. Eingin hevði kannað veðurlagið í Selebi-Phikwe, so tey, sum gjørdu býarskipanina, nýttu upplýsingar um veður og vind, sum tað var í einum býi har nærindis. Seinni vísti tað seg, at veðrið var heilt øðrvísi í Selebi-Phikwe. Har var ættin sum oftast beint øvut. Tí vóru tað stjórarnir, sum máttu búgva har, sum luftin var ring, og arbeiðararnir búðu har, sum luftin var nógv betri.[6][7]

Regiónir í Botsvana

[rætta | rætta wikitekst]
Regiónir í Botsvana

Tsvanar, ið er fjølmentasta fólkaslagið í Botsvana, hava í øldir skipað seg í høvdingadømi. Hvørt høvdingadømi hevur egið høvdingasetur, og uttan um tað eru garðarnir, ið hoyra til tað. Hvørt húskið býr á sínum garði. Garðurin er eini 3-4 hús við laðaðari girðing uttanum. Túnið innan fyri girðingina verður nevnt lolwapa.


Kelduávísingar

[rætta | rætta wikitekst]
  1. "Archive copy". https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/bc.html. Heintað 2014-10-29. 
  2. http://www.avert.org/hiv-aids-botswana.htm
  3. http://apps.who.int/gho/data/node.main.688?lang=en
  4. http://www.unaids.org/en/regionscountries/countries/
  5. https://snl.no/Botswana
  6. www.icld.se/eng/pdf/selebi_phikwe.pptx
  7. http://www.researchgate.net/publication/46029337_Environmental_Effects_of_Nickel-Copper_Exploitation_on_Workers_Health_Status_at_Selebi_Phikwe_Area_Botswana
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið