Bill Paxton
William "Bill" Paxton (føddur 17. mai 1955 í Fort Worth, Texas, deyður 25. februar 2017 í Los Angeles, Kalifornia) var ein amerikanskur sjónleikari. Bill Paxton er ein av teimum sjónleikarunum sum ikki er serliga kendur fyri nakran høvuðsleiklut. Men hann hevur verið í einum ótali av filmum, og fleiri av teimum heilt stóru framleiðslunum eisini. Av filmum sum Bill Paxton hevur verið í kunnu nevnast Aliens (1986), Predator 2 (1990), The Terminator (1984), Apollo 13 (1995) og Titanic (1997). Tað eru nógvir aðrir, og yrkisleið hansara vardi í umleið 40 ár. Paxton náddi eisini at vinna eina Emmy heiðursløn fyri leiklut sín í Hatfields and McCoys (2012).
Paxton var bara 18 ára gamal tá hann flutti úr Texas til Kalifornia, fyri at gerast sjónleikari. Nøkur ár seinni bleiv hann útbúgvin sjónleikari í New York.