Jump to content

Astrud Gilberto

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Astrud Gilberto í 1966.
Astrud Gilberto í 1970.
Astrud Gilberto í 1974.

Astrud Gilberto (fødd Astrud Evangelina Weinert hin 30. mars 1940 í Salvador da Bahía í Brasil, deyð 5. juni 2023 í Philadelphia í USA), var brasilsk-amerikonsk songkvinna.[1][2]

Hon fekk kelinavnið "The Queen of Bossa-Nova", eftir at hon, miðskeiðis í seksti-árunum, gjørdist heimskend við bossanova-sanginum "The Girl from Ipanema".[3][4] Í 1965 vann hon, saman við Stan Getz eina Grammy-virðisløn fyri plátuna við hesum lagi.[5]

Gjøgnum árini hevur hon spælt saman við nógvum øðrum dugnaligum tónleikarum, eitt nú João Gilberto, ið hon hevur verið gift við eitt ávíst tíðarskeið, Quincy Jones og George Michael.

Útgávur (úrval)

[rætta | rætta wikitekst]
  • 1964 – Stan Getz meets João & Astrud Gilberto
  • 1965 – The Astrud Gilberto Album (Verve)
  • 1965 – The Shadow of Your Smile (Verve)
  • 1966 – Look to the Rainbow (Verve)
  • 1966 – Beach Samba (Verve)
  • 1967 – A Certain Smile, a Certain Sadness med Walter Wanderley (Verve)
  • 1968 – Windy (Verve)
  • 1969 – September 17, 1969 (Verve)
  • 1970 – I Haven't Got Anything Better to Do (Verve)
  • 1971 – Gilberto with Turrentine med Stanley Turrentine (CTI Records)
  • 1972 – Now (Perception)
  • 1977 – That Girl from Ipanema (Audio Fidelity)
  • 1987 – Astrud Gilberto Plus James Last Orchestra (Polygram)
  • 1996 – Live in New York (Pony Canyon)
  • 1997 – Temperance (Pony Canyon)
  • 2002 – Jungle (Magya Productions)

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldutilfar

[rætta | rætta wikitekst]