2. november
Appearance
Okt - Nov - Des | ||||||
Má | Tý | Mi | Hó | Fr | Le | Su |
1 | 2 | 3 | 4 | 5 | 6 | |
7 | 8 | 9 | 10 | 11 | 12 | 13 |
14 | 15 | 16 | 17 | 18 | 19 | 20 |
21 | 22 | 23 | 24 | 25 | 26 | 27 |
28 | 29 | 30 | ||||
Kalendari fyri 2024 Allir dagar |
2. november er dagur 306 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 307 um skotár er). 59 eru dagar eftir av árinum. Haruveiðitíðin byrjar 2. november (til 31. desember).
Hendingar
[rætta | rætta wikitekst]- 1889 - Norðurdakota og Suðurdakota gerast 39indi og 40indi statur í USA.
- 1898 - Fyrsti "Cheerleading" bólkurin verður settur á stovn í Minnesota háskúlanum í USA, tá Johnny Campell leiðir fjøldina at koyra á skúlaliðið í amerikonskum fótbólti.
- 1912 - Bulgaria vinnur á Ottomanveldinum í bardaganum um Lule Burgas, sum er tann blóðugasti bardagin í fyrra Balkankrígnum.
- 1914 - Fyrri heimsbardagi: Russland lýsir yvir kríggi ímóti Ottomanveldinum.
- 1930 - Haile Selassie verður krýndur keisari av Etiopia.
- 1936 - Kanadiska kringvarpið verður sett á stovn.
- 1936 - Bretska kringvarpið (BBC) byrjar at senda sjónvarp. Sjónvarpstøðin BBC1 sendir enn tann dag í dag.
- 1944 - Erwin Rommel marskálkur beinir fyri sær, eftir at vera handtikin fyri at hava verið uppií, tá ið miseydnað roynd varð gjørd at beina fyri týska Føraranum, Adolf Hitler.
- 1953 - Tingið í Pakistan endurnevnir landið: Islamska Lýðveldið Pakistan.
- 1957 - Amerikanska rock'n roll stjørnan Elvis Presley setur met við átta stakplátum í senn á amerikanska top 30 listanum.
- 1963 - Suðurvjetnamiski forsetin Ngô Đình Diệm verður avrættaður í einum hernaðarligum kvetti.
- 1964 - Saud kongur av Savdiarabia verður koyrdur frá í einum familjukvetti, og skiftur út við hálvbeiggja sín Faisal.
- 1965 - 31 ára gamli Norman Morrison setur eld á seg sjálvan framman fyri inngongdina av Pentagon, fyri at mótmæla nýtslu av napalm í Vjetnamkrígnum.
- 1966 - The Cuban Adjustment Act kemur í gildi. Lógin gevur 123.000 kubanarum møguleika at søkja um amerikanskan ríkisborgaraskap.
- 1977 - SMS letur upp.
- 1983 - Rockarafelagsskapurin Hells Angels verður bannaður í Vesturtýsklandi.
- 1992 - Fíggingargrunnurin frá 1992 verður stovnaður. Rúsdrekkasøla Landsins - Rúsan - letur upp.
- 2004 - George W. Bush forseti endurvinnur forsetasessin við John Kerry sum demokratiskum mótvalevni.
- 2007 - Ímillum 50.000 og 100.00 fólk ganga mótmælisgongd í Tbilisi í Georgia, fyri at mótmæla í georgiansku tingleiðsluni
- 2013 - Gerhard Lognberg verður koyrdur úr Javnaðarflokkinum av floksleiðsluni.
Føðingar
[rætta | rætta wikitekst]- 1755 - Marie Antoinette, fronsk drotning, kona Ludvik 16. (d. 1793)
- 1795 - James K. Polk, amerikanskur forseti (d. 1849)
- 1865 - Warren G. Harding, amerikanskur forseti (d. 1923)
- 1913 - Burt Lancaster, amerikanskur sjónleikari (d. 1994)
- 1938 - Sofía drotning av Spania, sponsk drotning
- 1961 - k.d. lang, kanadiskur countrysangari og sangskrivari
- 1965 - Shah Rukh Khan, indiskur sjónleikari
- 1966 - David Schwimmer, amerikanskur sjónleikari
- 1974 - Nelly, amerikanskur rappari og sjónleikari
Andlát
[rætta | rætta wikitekst]- 1950 - George Bernard Shaw, írskur rithøvundur og Nobelprísvinnari (f. 1856)
- 1996 - Eva Cassidy, amerikonsk sangkvinna (f. 1963)
Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember |