FaroeJet
Appearance
FaroeJet | ||
---|---|---|
IATA F6 | ICAO RCK | Koda ROCKROSE |
Stovnað | 20. desember 2005 | |
Byrjað flúgving | 15. mai 2006 | |
Steðgað flúgving | 15. desember 2006 | |
Flota stødd | 1 flogfar | |
Ferðamál | 2 | |
Høvuðssæti | Sørvágur, Faroe Islands | |
Lyklafólk | Jóhan E. Simonsen, stjóri<br\>Óli í Búrstovu | |
Heimasíða: http://www.FaroeJet.fo (niðurløgd) |
FaroeJet var eitt føroyskt flogfelag. Tað var annað føroyska flogfelagið, tað fyrra er Atlantic Airways. FaroeJet steðgaði øllum virksemi tann 15. desember 2006 orsakað av fíggjarligum trupulleikum.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]FaroeJet varð stovnað av privatum íleggjarum í desember 2005. Fyrsta flogferðin varð flogin 15. mai 2006 við einum leigaðum AVRO RJ100 millum Keypmannahavn og Vága Floghavn. Í desember 2006 fór felagið í gjaldssteðg, og steðgaði tað øllum sínum virksemi tann 1. januar 2007[1].
Tænastur
[rætta | rætta wikitekst]Flogfelagið hevði ein Avro RJ100 við 96 setrum í einum klassa. Flogfarið fleyg millum Kastrup floghavn,Keypmannahavn og Vága Floghavn eina ferð dagliga, tó ikki leygardagar.
Floti
[rætta | rætta wikitekst]Flotin hjá FaroeJet var hesin: [2] :
Slag | Tal | Skrásetingar | Viðmerkngar |
---|---|---|---|
Avro RJ100 | 1 | OY-FJE | Leigumál flutt til Atlantic Airways |
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ '"FaroeJet gevst'", Sosialurin 18. december 2006 (krevue login)[deyð leinkja]
- ↑ Flight International, 3–9 October 2006