Wikipedia:Mánaðargrein 2012
Mánaðargreinir nýttar í 2012.
Mánaðargreinir 2012
[rætta wikitekst]Mánaðargrein fyri januar
Wikipedia:Mánaðargreinin/januar 2012
vís -
kjak -
søga -
rætta
Mánaðargrein fyri februar
Wikipedia:Mánaðargreinin/februar 2012
vís -
kjak -
søga -
rætta
Mánaðargrein fyri mars
Wikipedia:Mánaðargreinin/mars 2012
vís -
kjak -
søga -
rætta
Mánaðargrein fyri apríl
Wikipedia:Mánaðargreinin/apríl 2012
vís -
kjak -
søga -
rætta
Mánaðargrein fyri mai
Marilyn Monroe var eitt ikon í 1950'unum, men tað var ikki fyrr enn tá at hon veruliga fekk umtalu, bleiv kend og gjørdist eitt ikon. Hon tóktist at vera hendan naiva, eitt sindur býtt blondina, og tað vístist í filmunum, so sum "Gentlemen Prefer Blondes" og "The Seven Year Itch", men tvørturímóti var hon ein klók kvinna sum dámdi væl at lesa litteratur, og dugdi væl við fólki. Monroe arbeiddi fyrst við at vera model, síðani fekk hon smáar rollur í ókendum filmun. Tað var ikki fyrr enn í "The Asphalt Jungle" og í "All about Eve" at hon fekk stóra umtalu. Nakrir av hennara best umtøktu filmum vóru "How To Marry A Millionaire" og "Some Like It Hot".
Mánaðargrein fyri juni
Djóralívið í USA er bæði áhugavert og sermerkt. Har eru til dømis búffil, úlvur og kongaørn. Stórir partar av vakrastu og stórslignastu náttúruni í USA eru varðveittir. Í USA eru fleiri enn 6,770 (í 2011) tjóðgarðar ella friðlendi, sum tilsamans eru meira enn 2,607,131 km2 til støddar. Uppi í hesum eru til dømis Everglades National Park í Florida og Grand Canyon National Park í Arizona. Fyrsti tjóðargarðurin var Yellowstone National Park í Wyoming, hann varð latin upp í 1872. Í Nevada eru nógv eiturdjór, til dømis slangur og sporðdrekar. Fleiri enn 25 000 krabbasløg eru í Alaska. Amerikanska puman trívist í tjúkkum skógi eins væl og í hálvgum oyðimørk.
Mánaðargrein fyri juli
Kalifornia er ein lutstatur í vestri í USA við 37,6 miljónum innbúgvum. Í suðri hevur Kalifornia mark við Meksiko, í norðri við Oregon, í eystri við Nevada og Arizona og í vestri við Kyrrahavið. Í septembur 1850 bleiv Kalifornia 31. lutstatur í USA. Lutstaturin var fyrr partur av Meksiko. Sacramento er høvuðsstaðurin, og størsti býurin er Los Angeles. Spaniólar vóru fyrstir menn, sum búsettust í Kalifornia. Kyrrahavsstrondin var ikki so væl atkomilig sum hin, og tí kom at vera longur áðrenn nakað munandi av fólki settist niður har. At standa á brimfjøl er væl dámd kalifornisk ítrótt. Í nógvum býum eru javnan kappingar. Hjá nógvum ungdómi fer øll frítíðin at standa á brimfjøl. Heita veðurlagið og mongu sólardagarnir gera, at nógvir kalifornar eru stóran part av frítíðini við strondina. Seinastu árini hevur eisini Kalifornia ment seg nógv sum ferðavinnustatur.
Mánaðargrein fyri august
Smyril er einasti ránsfuglur sum eigur í Føroyum í dag. Hann er av minstu falkum. Steggin er dimmgráur omaná, gulbrúnur við dimmum strikum í neðra og um hálsin; bøgan er smáflekkut av dimmum og ljósum brúnum. Ungfuglurin líkist bøguni, men dimmari. Starar tyrpast tætt saman í flokk undan honum, og flúgva so høgt upp í loft - væl vita teir, at uttan hann er uppi yvir teimum, fær hann hvørki nev ella kløur í teir. Og onkursvegna munna teir eisini fáa ørkymlað hann í flognum, tí tá ið teir halda seg væl saman, má hann oftast fara frá við ongum. Smiril eigur víða í norðanlondum, men einans í Føroyum er hann alt árið. Smiril verpur 4 reyðbrún egg, og 3 vikur seinni koma ungarnir út. Kemur tú at reiðrinum, so blaka teir seg á ryggin og høgga upp ímóti tær við klónum - teir eru av tí berginum brotnir - bregða ikki úr ætt. Ljótt er at síggja, hvussu smiril drepur smáfugl.
Mánaðargrein fyri september
Sveis er eitt land í Miðevropa. Í norðri hevur Sveis mark við Týskland, í eystri við Liktinstein og Eysturríki, í vestri við Frakland og í suðri við Italia. Hóast Zürich er størsti býur í Sveis, er Bern høvuðsstaður. Sveis gjørdist uttanveltaland í 1815 og hevur ikki verið uppi í nøkrum kríggi í Evropa síðan. Nú er landið býtt í 26 landspartar (kantonir), og hesir hava so skipað seg sum eitt tjóðveldi við einum samveldisforseta sum oddamanni. Mong fólk búgva í rættiliga avbyrgdum dølum, og fólkið talar ikki sama mál. Í Sveis eru fýra almenn mál: í vestara parti er móðurmálið franskt, í syðra parti italskt, í útsynningspartinum er eitt fornt romanskt mál, tey kalla retoromanskt, og í norðara og mittasta partinum er eitt týskt mál, sum tey kalla sveisartýskt.
Mánaðargrein fyri oktober
Tjóðveldið Suðurafrika er stórt land í Syðra-Afrika við umleið 48 mió. íbúgvar. Mong fólkasløg búgva í Suðurafrika, og har eru 11 almenn mál. Í Suðurafrika eru tríggir høvuðsstaðir: ríkisfyrisitingin er í Pretoria, dómstólarnir í Bloemfontein og tingið í Cape Town. Í norðri hevur Suðurafrika mark við Namibia, Botsvana og Simbabvi, í eystri við Svasiland og Mosambik, og í suðri og vestri við Atlantshav og Indiahav. Kongsveldið Lesoto liggur inni í landinum. Miðallívsævin í landinum er 48.89 ár. Johannesburg er størsti býur í Suðurafrika. Í Johannesburg og økinum rundanum búgva 9 mió. fólk. Veðurlagið er lýtt og turt, og jørðin er fruktagóð. Landslagið er fjølbroytt, her eru oyðimerkur, regnskógir, slættlendi, grasfløtur og høg fjøll. Í øllum Suðurafrika fara fólk av bygd til býirnar at fáa arbeiði. Í Johannesburg búgva nú fleiri enn 9 milliónir fólk, og hann er næststørsti býur í Afrika. Landið er eisini eitt av ríkastu londum í Afrika. Suðurafrika er eisini tað landið í heiminum, ið høggur mest gull. Nógvur ídnaður er í landinum, og har er nógv fíggjarvirksemi, tí er búskapurin í Suðurafrika tann sterkasti og fjølbroyttasti í øllum Afrika. Ferðafólk úr øllum heiminum koma eisini til Suðurafrika at síggja sjáldsama dýrameingið og fagra, stórsligna landslagið. Men stóri fólkavøksturin og vaksandi arbeiðsloysi leggja trýst á vælferðina. Arbeiðsloysið er stórt. Nú á døgum er 24,3 % av fólkinum er arbeiðsleys (sambært CIA World Factbook í 2007).
Mánaðargrein fyri november
Korfu er ein oyggj í Grikkalandi. Hon liggur í oyggjabólkinum vestanfyri meginlandið, sum verður nevndur Jónaoyggjar ella Eptanisa. Korfu er tann næststørsta oyggin í hesum oyggabólki. Fyrra orðið kemur frá fornu griksku gudalæruni, Io var ein prestinna, sum Zeuz var forelskaður í. Hann gjørdi hana um til eina kúgv, og síðan gjørdi hann seg sjálvann um til ein tarv, og tá tey komu til Jonisku oyggjarnar, fingu tey barnið Evropa, sum bleiv til heimspartin Evropa. Seinna orðið merkir Sjeyoyggjar, sum sipar til tær sjey høvuðsoyggjarnar. Oyggjabólkurin hevur tó fleiri smærri oyggjar og hólmar enn tær sjey. Høvuðsbýurin á Korfu eitur eisini Korfu. Í høvuðsbýnum búgva umleið 33.000 fólk. Á allari oynni búgv umleið 110.000 fólk. Korfu er eitt vælumtókt ferðavinnumál.
Mánaðargrein fyri desember
Sinterklaas er ein siðsøguligur vetrarferiu figurur ið enn verður hátíðarhildin í Niðurlondum og Belgia, og eisini í franska Flandern og Artois. Hann er eisini vælkendur í teim fyrrverandi hálendsku hjálondunum, eitt nú Aruba, Surinam, Curaçao, Bonaire og Indonesia. Hann er høvuðs upphavskeldan til norðuramerikanska jólamannin Santa Claus, og harvið eisini til føroyska jólamannin vit kenna í dag. Hóast hann vanliga verður nevndur Sinterklaas (Santa Niklas ella Santa Klávus), er hann eisini kendur sum De Goedheiligman (Tann góði heilagmaðurin), Sint Nicolaas [sɪnt 'nikolaːs] (Sankta Niklas) ella bara sum De Sint (Halgimennið). Hann verður hátíðarhildin Niklasarmessuaftan í Niðurlondum ella Niklasarmessumorgun í Belgia og norður Frankaríki. Upprunaliga var hátíðarhaldið hildið fyri sjálvan navnadagin hjá Sankta Niklasi – ið er verndarhalgimenni hjá m.ø. børnum, sjómonnum, og býnum Amsterdam. At hetta er ein rómversk-katólsk hátíð sæst av landafrøðiligu útbreiðsluni av hesum hátíðarhaldi, og á biskoppaheitinum hjá Sint Nicholas.